- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norrøna siglir aftur í kvøld
08.09.2021 - 09:46
Innlendis›Samfelag
Norrøna siglir aftur í kvøld
El-lutir til ein hjálpimotor fingu skaða av eldinum í gjár, men teir verða skiftir nú
Norrøna siglir sum ætlað í kvøld av Seyðisfirði í Íslandi til Føroya.
Eldurin, sum var í maskinrúminum seinnapartin í gjár, gjørdi ikki stóran skaða, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.
El-lutir til ein hjálpimotor fingu skaða av eldinum, men teir verða skiftir nú.
Ferðafólkini, sum fóru í land, tá boðað varð frá eldinum, komu umborð aftur á Norrønu í gjárkvøldið.
Hoyr Jens Meinhard Rasmssen, stjóra á Smyril Line, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV