Dýrari íløga, men minni fæst burturúr

30.08.2021 - 17:45
InnlendisSamfelag
Dýrari íløga, men minni fæst burturúr
Ivasamt er, um vindmyllurnar á Gellingarkletti verða settar upp í ár
Ivasamt er, um vindmyllurnar á Gellingarkletti verða settar upp í ár.

At yvirfriðingarnevndin vildi hava Vindrøkt at lækka myllurnar á Gellingarkletti niður í 142,5 metrar, ger íløguna dýrari, samstundis sum minni fæst burturúr.

Og ivasamt er, um myllurnar verða settar upp í ár, sum ætlanin annars var, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt.

Upprunaliga ætlanin var uppá 200 milliónir kr., men broytingarnar hava við sær, at íløgan verður einar 40 milliónir kr. størri.

Tí mugu viðurskiftini kannast, sigur Jóhan í Niðristovu.

Hoyr meiri í útvarpstíðindunum klokkan 18.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155