- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórhøll er landspolitiskt mál
23.08.2021 - 13:27
Innlendis›Politikkur
Stórhøll er landspolitiskt mál
Tjóðveldi hevur borið løgtinginum uppskot til samtyktar
Tað er eitt landspolitiskt mál at tryggja, at vit fáa eina altjóða góðkenda stórhøll til hondbólt og annað virksemi.
Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum hevur borið løgtinginum uppskot til samtyktar, um at kalla kommunur og íleggjarar saman at fáa í lag at byggja eina stórhøll.
Seinast hava bæði kvinnur og menn í hondbólti prógvað, at tað ber til hjá 53.000 fólkum í Norðuratlantshavi at spæla seg millum fremstu lond í heiminum við at seta sær stór mál og trúgva á egnan mátt, megi og samanhald, sigur Tjóðveldi.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV