- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunan fer at broyta skeltini
23.06.2021 - 13:03
Innlendis›Samfelag
Kommunan fer at broyta skeltini
Skeltið verður broytt til at fevna um lastbilar, og markið hækkar úr 24 upp í 26 tons
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/skelti.jpg?itok=_aUhhDen)
Skeltini, sum vórðu sett upp í gjár, eru skeiv, tí tey fevna bara um vogntok og ikki lastbilar. Hetta verður nú broytt, sigur borgarstjórin.
Tórshavnar kommuna tekur atfinningarnar til eftirtektar og broytir skeltini, sum banna lastbilum at koyra inn í býin um náttina.
- Skeltið verður broytt frá vogntoki til lastbil, og markið hækkar 24 upp í 26 tons, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hoyr samrøðu við borgarstjóran í Tórshavnar kommunu í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV