- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin hevur fingið bót fyri náttarkoyring
23.06.2021 - 12:59
Innlendis›Samfelag
Eingin hevur fingið bót fyri náttarkoyring
Orsøkin er, at skeltingin í Tórshavnar kommunu er skeiv, og fevnir bara um vogntok
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vlcsnap-2020-08-19-11h26m39s426.png?itok=abNzCGMe)
Michael Boolsen, fúti
Mynd: Savnsmynd
Eingin lastbilur hevur fingið bót í nátt fyri at koyra í havnargøtum.
Orsøkin er, at skeltingin hjá Tórshavnar kommunu, sum eftir ætlan skuldi banna lastbilum oman fyri 24 tons at koyra inni í býnum, er skeiv, og fevnir ikki um lastbilar, men bara um vogntok.
Løgreglan er hoyrd í hesum málinum um skelting hjá Tórshavnar kommununu, sigur Michael Boolsen, fúti.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sigrún Brend legði til rættis.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV