
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skip skulu kunna samstarva um fiskiskap
18.06.2021 - 18:00
Innlendis›Politikkur
Skip skulu kunna samstarva um fiskiskap
Kunngerðin verður broytt, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum

Skip hjá Varðanum samstarvaðu um fiskiskap, meðan tey vóru á fiskileið. Tað endaði við, at skiparin á Finni Fríða fekk 130.000 kr. í bót.
Tað skal ikki bera til hjá Vørn at seta krøv til skipini, at tey ikki skulu fiska sjálvi, um tey eisini taka ímóti fiski, meðan tey eru á fiskileið.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum fer at broyta kunngerðina, so skipini kunnu samstarva smidligari um fiskiskapin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ætlar at broyta kunngerðina, so tað verður smidligari hjá fiskiskipum at samstarva á fiskileið.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV