Nýtt uppskot í heyst um at avmarka verkfalsrættin

17.06.2021 - 12:47
InnlendisPolitikkur
Nýtt uppskot í heyst um at avmarka verkfalsrættin
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sigur, at tað gongur ikki longur, at tey veikastu í samfelagnum verða rakt, tá verkfall er
Helgi Abrahamsen er landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum

Fakfeløgini mugu venja seg við ein nýggjan veruleika, tá tað snýr seg um verkfalsrætt.

Í øllum førum, um ætlanin hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum, verður veruleiki.

Landsstýrismaðurin hevur eitt nýtt uppskot um at lóggeva á arbeiðsmarknaðinum í stoypiskeiðini, sum ætlanin er at leggja fram í heyst.

Helgi Abrahamsen sigur, at tað gongur ikki longur, at tey veikastu verða rakt, hvørja ferð verkfall er.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109