- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blaðstjóri: Eitt fantasileyst uppskot
- Eitt viljaleyst og fantasileyst uppskot.
Tað sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, nú samgongulimirnir í mentanarnevndini hava broytt uppskotið hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um miðlastuðul.
Jóhann Lu:tzen, stjóri á Norðlýsinum, er heldur ikki fegin um uppskotið.
Mentanarnevndini hevur broytt uppskotið, soleiðis at nú fara 30 prosent av játtanini til rakstrarstuðul og 70 prosent til verkætlanarstuðul. Samstundis verður skotið upp, at broytingin ikki kemur í gildi fyrr enn 1. januar næsta ár, eitt ár seinni enn ætlað.
Beinir Johannesen, næstformaður í mentanarvevndini, sigur, at ætlanin hjá landsstýrismanninum at taka allan rakstrarstuðulin burtur var ov ógvislig, og tí var uppskotið broytt.
Sosialurin fekk 678.000 kr í miðlastuðli fjør, og Norðlýsið fekk 232.000 krónur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Jóhann Lu:tzen, stjóri á Norðlýsinum.
Beinir Johannesen, næstformaður í mentanarnevndini hjá løgtinginum.Sí eisini