- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nokta limum sínum at søkja stjórastarv
20.04.2021 - 12:58
Innlendis›Samfelag
Nokta limum sínum at søkja stjórastarv
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sigur, at starvið er ikki lýst samsvarandi sáttmálanum

Óluva í Gong er forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar noktar limum sínum at søkja starvið sum fakligur stjóri í Gigni.
Orsøkin er, at starvið ikki er lýst í samsvari við sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar.
Elin Ziska, sum nú hevur sagt seg úr starvi sum fakligur stjóri hjá Gigni, sat bara í starvinum í eitt gott ár.
Hoyr Óluvu í Gong, forkvinnu í felagnum hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV