Kári heldur fram sum formaður fyribils

25.03.2021 - 16:09
InnlendisPolitikkur
Kári heldur fram sum formaður fyribils
Ætlanin er at seta eina nevnd at koma við uppskoti um nýggjan formann í Sjálvstýri
Kári P. Højgaard hevur verið virkandi formaður í Sjálvstýri, síðani Jógvan Skorheim legði frá sær og tók seg úr flokkinum

Einki formansval verður á aðalfundinum og landsfundinum hjá Sjálvstýri leygardagin.

Tað sigur Kári P. Højgaard, virkandi formaður í Sjálvstýri.

Reglurnar hjá flokkinum gera tað torført at velja nýggjan formann.

Í staðin er ætlanin at seta eina nevnd, sum skal finna eitt uppskot um nýggjan formann.

Hoyr samrøðubrot við Kára P. Højgaard.

Meiri verður at frætta í Breddanum í útvarpinum eftir tíðindini klokkan 17.05

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Sunnudag 6. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190317
Sunnudag 6. apríl
Møti úr Betesda í Klaksvík.
190316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275