- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ternan fer ikki í sigling fyrr enn í apríl
24.03.2021 - 13:15
Innlendis›Politikkur
Ternan fer ikki í sigling fyrr enn í apríl
Sterkari rútar verða settir í á brúnni og salongini á Erlu Kongsdóttur, sum fer aftur í sigling um Nólsoyarfjørð
Ternan fer ikki aftur í sigling fyrr enn eftir hálvan apríl.
Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í einum svari til munnligan fyrispurning frá Ruth Vang í Framsókn um Nólsoyarleiðina í tinginum fyri løtu síðani.
Ætlanin var annars, at Ternan skuldi fara í sigling í páskavikuni, men nú verður tað ikki fyrr enn eftir hálvan apríl.
Jørgen Niclasen sigur, at sterkari rútar verða settir í á brúnni og í salongini á Erlu Kongsdóttur, sum aftur fer at avloysa á Nólsoyarleiðini.
Hoyr landsstýrismannin í ljóðbrotinum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV