- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verjuspæl á hægsta altjóða støði
Verjan var á sera høgum altjóða støði, men vit misnýta ov nógvar kjansir, serliga frá vengrunum.
Tað sigur Sonni Larsen, landsliðsvenjari hjá hondbóltsmonnunum, sum í gjárkvøldið taptu 28-20 móti Kekkia í EM-undankappingardystinum í Brno.
Hálvleiksstøðan í dystinum var 14-8 til kekkar, og sostatt var mesti munurin í málum í fyrra hálvleiki. Kjartan Johansen var føroyskur toppskjútti við fýra málum. Helgi Hoydal, Jonas Djurhuus, Peter Krogh og Filip Jojic gjørdu trý mál í part, og Hákun West av Teigum, Rói Berg Hansen, Wilhelm Poulsen og Tróndur Mikkelsen fingu hvør sítt mál.
Landsliðið ferðast í løtuni til Føroya, og skal aftur í dyst í Høllini á Hálsi sunnukvøldið klokkan 18 móti Ukraina. Mikudagin taptu Føroyar fyrra dystin móti Ukraina 25-21.
Sí eisini