- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskotið átti at bíðað eftir útbjóðingini
Nýggi bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum í Vágum verður mettur at kosta 26,3 milliónir kr., men tað er ikki vist, at hesin prísurin fer at halda.
Arbeiðið er boðið út, og tilboðini verða latin upp seinni í hesum mánaðinum.
Tá uppskotið var til fyrstu viðgerð í tinginum í gjár, fanst Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini, at landsstýrismanninum í vinnumálum. Hann helt, at uppskotið átti at bíðað, til útbjóðingin hevur verið.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, umbar seg við, at tað hevði ikki givið nakra meining at bíða við uppskotinum, fyri at fáa rætta prísin á Sjóvinnustýrinum, tí málið skal avgreiðast, áðrenn tingið fer í summarfrí.
Sí eisini