- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarafundur um vindmyllurnar á Eiði
10.03.2021 - 18:00
Innlendis›Umhvørvi
Borgarafundur um vindmyllurnar á Eiði
Fundurin verður í næstu viku
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/rogvi.png?itok=DsCK_5d5)
Rógvi Egilstoft Nielsen er borgarstjóri í Eiðis kommunu
Týsdagin 16. mars verður borgarafundur á Eiði í sambandi við ætlanina hjá SEV at seta fýra vindmyllur upp í haganum "Suðurhelvt."
Umboð frá SEV fara at greiða frá og svara spurningum.
SEV ætlar at fáa tær fýra vindmyllurnar settar upp í ár, men treytin er, at felagið fær øll neyðug loyvi skjótt, sigur felagið.
Hoyr Rógva Egilstoft Nielsen, borgarstjóra, og Brian Joensen, verkætlanarleiðara hjá SEV, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV