Mælir frá at byggja Tjóðleikhúsið á Bursatanga

08.03.2021 - 18:02
InnlendisSamfelag
Mælir frá at byggja Tjóðleikhúsið á Bursatanga
Formaðurin í havnarnevndini skjýtur í staðin upp, at Tjóðleikhúsið verður staðsett við Norðurlandahúsið ella Kringvarpshúsið
Kári Johansen, formaður í havnarnevndini, mælir staðiliga frá at byggja tjóðleikhús á Bursatanga

- Eg mæli staðiliga frá, at nýggja Tjóðleikhúsið verður bygt á Bursatanga, sigur Kári Johansen, formaður í havnarnevndini í Tórshavnar kommunu.

Hann mælir heldur til, at Tjóðleikhúsið verður staðsett við Norðurlandahúsið ella Kringvarpshúsið.

Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, heldur ikki, at trupulleikar verða fyri virksemið hjá teimum, um Tjóðleikahúsið verður bygt á Bursatanga.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Undansending: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035