- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neyðugt við 50 kommunulæknum
19.02.2021 - 13:48
Innlendis›Heilsa
Neyðugt við 50 kommunulæknum
Formaðurin í Kommunulæknafelagnum vil hava eina langtíðarætlan fyri kommunulæknastørvini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vlcsnap-2020-05-25-15h43m42s895.png?itok=ykGiYkTB)
Marjus Dam er formaður í Kommunulæknafelagnum
Talið á kommunulæknum skal úr 34 upp í 50 fyri at bøta um kommunulæknatrotið.
Tað sigur formaðurin í Kommunulæknafelagnum, Marjus Dam.
Eisini Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum, hevur sagt, at neyðugt er við umleið 50 kommunulæknastørvum í landinum.
Marjus Dam sigur eisini, at ein langtíðarætlan má gerast fyri kommunulæknastørvini.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV