- Tíðindi, mentan og ítróttur
Torført at bjóða, tá avtala er gjørd frammanundan
09.02.2021 - 10:14
Innlendis›Samfelag
Torført at bjóða, tá avtala er gjørd frammanundan
Festarin hevur gjørt avtalu við Vindrøkt og Effo um Gellingarklett
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vlcsnap-2020-12-22-15h21m08s389.png?itok=rSvH-DfD)
Finn Jakobsen er forstjóri í Magn
Magn ætlar at bjóða uppá vindorkuna, sum er boðin út við Gellingarklett í Suðurstreymi.
Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí festarin hevur longu gjørt avtalu við Vindrøkt og Effo um at seta vindmyllur upp har.
Tað sigur forstjórin í Magn, Finn Jakobsen.
Tað ber ikki til at finna okkurt øki í landinum, tí útbyggingin er tengd at kervinum hjá SEV, og má tí vera í einum øki, sum liggur tætt við útbúnaðin, sigur hann
Finn Jakobsen heldur at viðurskiftini áttu at verið greiðari, tá boðið verður út.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV