- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV: Eftirlitið farið í sjálvdrátt
01.02.2021 - 09:47
Innlendis›Samfelag
SEV: Eftirlitið farið í sjálvdrátt
Stjórin í SEV heldur, at Umhvørvisstovan eigur at taka lýsingina um alment útboð á Gellingarkletti aftur
Elveitingareftirlitið er farið í sjálvdrátt um vindmyllulundina á Gellingarkletti, uttan at kunna SEV um málið.
Tað heldur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, nú Umhvørvisstovan alment hevur boðið út 25,2Mw á Gellingarkletti í Hoyvíkshaganum, eftir at Vindrøkt og Effo høvdu søkt um loyvi at seta seks vindmyllur upp har.
Tað er í stríð við elveitingarlógina, og Umhvørvisstovan eigur at taka lýsingina aftur, sigur Hákun Djurhuus.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV