- Tíðindi, mentan og ítróttur
Konsertsalur í gomlu svimjihøllini í Vági
23.12.2020 - 15:35
Innlendis›Samfelag
Konsertsalur í gomlu svimjihøllini í Vági
Salurin skal brúkast til konsertir, sjónleik og onnur tiltøk

Í konsertsalinum vera 200 sitipláss
Gamla svimjihøllin í Vágs skúla, sum fostraði størstu føroysku svimjistjørnuna, Pál Joensen, verður nú bygd um til ein konsertsal.
Tørvur er á einum sali í býnum, sum kann brúkast til konsertir, sjónleik, at vísa film í, fyrilestrar og morgunsang, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.
Í nýggja salinum verða umleið 200 sitipláss, umframt siti- og standipláss á balkongini kring salin og umstøður hjá rørslutarnaðum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV