- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava tunnil úr Villingardali í Krákugjógv
04.12.2020 - 15:06
Innlendis›Politikkur
Vil hava tunnil úr Villingardali í Krákugjógv
Annika Olsen, fráfarandi borgarstjóri, heldur lítið um, at øll ferðslan skal fara eftir Villingardalsvegnum

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vil hava tunnil yvir í Krákugjógv, tí hon stúrir fyri ferðsluni á Villingardalsvegnum, sum er nógv frammanundan
Ein tunnil úr Villingardali yvir í Krákugjógv skal gerast beinanvegin.
Tað sigur Annika Olsen, fráfarandi borgarstjóri í Havn, nú verklagslógin fyri innkomuvegin til Havnar er á veg í løgtingið.
Parturin, sum landið skal gera, er bara frá rundkoyringini á Hvítanesvegnum til Villingardalsvegin.
Tað heldur Annika Olsen lítið um.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV