- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bústaðarstøðan tyngir tey ungu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/127169525_367306587862055_7450996254536210445_n.jpg?itok=NbdVtPBX)
Bústaðarpolitikkurin hjá landsstýrinum hevur verið leingi áveg. Og meðan vit bíða, so leggjast nýggj tíðindi afturat teimum mongu, sum longu eru gjørd um støðuna á bústaðarmarknaðinum. Í síðstu viku frættist frá meklarafyritøku, at tey nú selja hús í høvuðsstaðnum fyri meira enn fimm milliónir krónur. Og miðal sethúsaprísurin er hækkaður umleið 3,5 prosent, bara í ár. Og um dagarnar vísti stóra fólkaheilsukanningin, har 3000 føroyingar hava svarað umfatandi spurnarkanning, at vánaliga støðan á bústaðarmarknaðinum gongur út yvir fólkaheilsuna. Sambært kanningini eru tað tey ungu, sum í nógv størri mun enn tey eldru kenna seg tyngd av síni fíggjar- og bústaðarstøðu. Stóra Fólkaheilsukanningin staðfestir, at í mun til bústaðarstøðu, so er tað serliga tey 25 til 34 ára gomlu, sum hava tað trupult. Annarhvør í hesum aldursbólki kennir seg tyngdan av síni bústaðarstøðu.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, og Tróndur Sigurðsson, komandi formaður í Byggi- & býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð, kjakast um støðuna.
Sí eisini