- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjóri av tilvild
Tað at Karl Johansen, nývaldur býráðslimur fyri Sambandsflokkin, eftir ætlan tekur við borgarstjórasessinum í Klaksvíkar kommunu 1. januar 2021, tóktiskt at vera øgiliga ósannlíkt valkvøldið, tá Fólkaflokkurin og Sjálvstýri samráddust um ein nýggjan meiriluta, meðan Sambandsflokkurin og hinir flokkarnir vóru úti í kuldanum.
Tá tær samráðingarnar slitnaðu blivu sannlíkindin kanska eitt vet betri, men sum nývaldur býráðslimur, lá tað kortini ikki í kortunum, at Karl Johansen skuldi stjórna kommununi.
Men tað var tað tilboðið, sum bíðaði honum, tá hann dagin eftir valið kom á gátt í Árnafirði, har Fólkaflokkurin hevði boðið honum og Tjóðveldi til samráðingar.
- Eg fór norður og fekk bjóðað borgarstjórasessin, áðrenn eg hevði sagt nakað. Eg føli tað sum heilt tilvildarligt, at tað endaði soleiðis, sigur Karl Johansen.
Seinast Sambandsflokkurin hevði borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu var í 1970, tá Ove Frederiksen var borgarstjóri.
Sí eisini