- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu tvingast í sóttarhald
03.11.2020 - 13:23
Innlendis›Politikkur
Skulu tvingast í sóttarhald
Formaðurin í løgtingsins rættarnevnd mælir til at herða tiltøkini í sambandi við koronu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/_christian_andreassen_portrettmynd.jpg?itok=m6NPNWbo)
Christian Andreasen, løgtingsmaður og formaður í rættarnevndini
Fólk, sum koma til Føroya, skulu tvingast at vera í sóttarhaldi heima í seks dagar, og tey skulu tvingast at taka eina roynd aftur sætta dagin.
Og heimild skal vera fyri at steingja matstovur og skeinkistøð, og at seta bann fyri, hvussu nógv fólk kunnu savnast.
Tað er einasti háttur at tryggja, at koronufarsóttin ikki aftur fær fastatøkur í Føroyum, tí fólk virða ikki tilmælini, sigur Christian Andreasen, løgtingsmaður og formaður í rættarnevndini.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV