- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undantøk skulu fíggja verkfallið

Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru til reiðar at leingja undantøkini í sjúkrahúsverkinum, men treytin er, at sjúkrahúsverkið rindar 200 krónur um tíman fyri hvørt undantak til felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Peningurin verður goldin útaftur sum verkfalsløn. Men tað góðtekur leiðslan í sjúkrahúsverkinum aftur.
Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt greitt, at tað toyggir seg ikki longri í lønartrætuni.
Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við Óluvu í Gong, forkvinnu í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, í útvarpstíðundunum klokkan 16.
Sjúkrarøktafrøðingar, sum hava arbeitt við undantaksloyvi frá verkfallinum, eru farnir til hús.
Í tíðindunum klokkan 17 verður meira at frætta um málið, og samrøða verður eisini við Margit Stórá, varastjóra í sjúkrahúsverkinum.
Sí eisini