
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jákup Sverri er størsta verkætlan á Mest
30.10.2020 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Jákup Sverri er størsta verkætlan á Mest
Sáttmálaprísurin er 276 mió. kr., og hann heldur, sigur Mouritz Mohr, stjóri

Mouritz Mohr, stjóri á Mest, á brúnni á Jákup Sverra, sum nú verður latin eigarunum.
Nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, er størsta skip og størsta verkætlan, sum Mest hevur gjørt.
Sáttmálaprísurin er 276 milliónir krónur, og hann heldur, sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest.
Skrokkurin til Jákup Sverra er smíðaður í Litava. Stjórin á Mest vísir tó á, at 2/3 av arbeiðstímunum, sum eru gjørdir á skipinum, liggja eftir í Føroyum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Jákup Sverri er størsta verkætlan hjá Mest. Skipið verður doypt í morgin, og síðani verður tað latið eigarunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV