Tunlarnir: Skjótt verður ókeypis at koyra

22.10.2020 - 13:29
InnlendisPolitikkur
Tunlarnir: Skjótt verður ókeypis at koyra
Tað, sum fólk fáa í ferðastuðli úr landskassanum, er nakað tað sama, sum raksturin hjá tunlunum kostar, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, væntar, at skjótt verður ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum

Skjótt verður ókeypis at koyra í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum, lovaði landsstýrismaðurin í samferðslumálum í løgtinginum í gjár.

Tað, sum fólk fáa í ferðastuðli úr landskassanum, er nakað tað sama, sum raksturin hjá tunlunum kostar.

Fólk, sum koyra gjøgnum undirsjóvartunnil til arbeiðis, fáa 8,45 kr. hvønn vegin í ferðastuðli frá landinum. Fólk fáa ferðastuðul, um tey hava meira enn 20 kilometrar til arbeiðis

Og tað kostar eisini nógv at krevja inn tunnilsgjaldið.

Tí er burturvið at krevja tunnilsgjald, segði Jørgen Niclasen í tinginum í gjár

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109