- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ógreitt hvørji undantøk verða givin
18.10.2020 - 15:02
Innlendis›Heilsa
Ógreitt hvørji undantøk verða givin
Felagið Føroyskir Sjúkrafrøktarfrøðingar hava ikki enn svarað endaliga, hvørji undantøk verða givin

Sjúkrarøktarfrøðingar fara í verkfall í morgin árini klokkan sjey
Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús bíða enn eftir svari frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, um tey fáa tey undantaksloyvi, tey hava biðið um í sambandi við verkfallið, sum er lýst at byrja í morginárini klokkan sjey.
Á Landssjúkrahúsinum er verkfall lýst fyri sjúkrarøktarfrøðingar á G4 og operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini.
Margit Stórá, varastjóri Sjúkrahúsverki Føroya, sigur við útvarpið, at tey hava biðið um undantøk. Tey hava fingið nøkur undantøk, men hava tó ikki fingið svar upp á alt.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV