- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størsta verkætlanin verður vígd í dag
15.10.2020 - 13:49
Innlendis›Samfelag
Størsta verkætlanin verður vígd í dag
Í nýggja Skúlanum við Streymin fara at ganga næmingar frá 1. til 10. flokk

Heðin Zachariasen, borgarstjóri, og Sonni Djurhuus, stjóri á Skúlanum við Streymin
Mynd: Frants Jensen
Seinnapartin í dag vígir Jógvan Fríðriksson, biskupur, nýggja Skúlan við Streymin.
Skúlin er størsta verkætlan í Sunda kommunu, og hann fer at hýsa næmingum frá 1. til 10. flokk.
Í nýggja skúlanum, sum er bygdur upp í gamla skúlan, verða 242 næmingar og 35 starvsfólk.
Umframt næmingar í Sunda kommunu, ganga næmingar í Eiðis kommunu í hádeildini í Skúlanum við Streymin.
Hoyr samrøðu við Sonna Djurhuus, skúlastjóra, og Heðin Zachariasen, borgarstjóra, í útvarpstíðindunum.
Her eru nakrar myndir av nýggja Skúlanum við Streymin, sum eru tiknar í dag.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV