- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot eiga at verða send til hoyringar
Tað eigur ikki at koma fyri, at uppskot verða løgd fyri løgtingið, har tey, sum málið onkursvegna rakar, ikki fyrst verða hoyrd.
Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var við til at gera stýrisskipanarlógina.
Bjørn á Heygum sigur, at tað er eingin umbering fyri ikki at senda mál til hoyringar, er, at fíggjarlógin ikki er liðug fyrr enn í evstu løtu.
Í 2018 steðgaði lógartænastan á Løgmansskrivstovuni einum lógaruppskoti hjá landsstýrinum. Uppskotið var ikki búgvið at leggja fyri løgtingið, tí tað hevði ikki verið til hoyringar.
Lógartænastan vísti á, at mannagongdirnar vóru ikki rættar. Lógaruppskot eiga at vera til hoyringar í minsta lagi fýra vikur, ella 28 dagar.
Sí eisini