- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trupulleikin á Suðuroyarleiðini skal loysast
29.09.2020 - 16:47
Innlendis›Politikkur
Trupulleikin á Suðuroyarleiðini skal loysast
Erhard Joensen, samgongutingmaður, góðtekur ikki, at farmur verður tikin fram um alt annað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/img_1534.jpg?itok=jMXVqrI9)
Nú skal greiða fáast á, hví siglingin hjá Smyrli er so tilvildarlig, sum hon er.
Tað sigur Erhard Joensen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum í Vági.
Hann vil hava landsstýrismannin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, og Strandferðsluna at greiða málið.
Erhard Joensen góðtekur ikki, at farmur verður tikin fram um alt annað.
Hoyr ljóðbrot við Erhard Joensen. Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV