Ginsburg broytti USA

22.09.2020 - 18:40
Innlendis
Ginsburg broytti USA
"The notorious RBG" - Ruth Bader Ginsburg, hægstarættardómari setti longu sum sakførari nýggja kós fyri USA

Kroppsliga fylti hon ikki nógv - lágmælta, klæna kvinnan, sum bráddliga gjørdist ímyndin av javnrættindi í USA. 

Síðani 2010 hevur Ruth Bader Ginsburg, sum fekk kelinavnið "The notorius RBG", nærmast verið dyrkað sum ein rockstjørna. 

Annegrethe Felter Rasmussen chefredaktørur og uttanríkiskorrespondent á talgilda miðlinum POV International er búsitandi í Washington DC. Í Breddanum í dag tosa vit við hana um, hvørja ávirkan Ruth Bader Ginsburg hevur havt á USA.

Sum ung lesandi á Harvard var Ginsburg ein av fáum kvinnum millum fleiri 100 menn. Hóast flott prógv hevði hon ilt við at finna starv eftir loknan lesna.
Hon hevur sjálv sagt, at serliga trý viðurskifti gjørdu tað trupult.
- Hon var kvinna, mamma og jødi

Í dag er eingin ivi um, at Ruth Bader Ginsberg við teimum dómum, hon hevur vunnið sum sakførari og sum hægstarættardómari, hevur flutt USA á eina nýggja kós - ikki minst tá tað kemur til líkastilling millum kyn.

Hon er kend fyri sín hvassa pen, tá hon er ósamd við niðurstøðuni hjá meirlutanum í hægstarætti.

Bill Clinton tilnevndi Ruth Bader Ginsburg sum hægstarættardómara í 1993.

Ruth Bader Ginsburg doyði fríggjakvøldið 87 ára gomul og stríðið um, hvør skal í hennara stól, er byrjað.
Í USA ger hægstirættur politikk, og tað er sitandi forsetin, sum tilnevnir ein dómara, tá ein fellur frá.
Tí verður setanin av hægstarættardómarum ofta til eitt politiskt eljustríð.

Eydnast tað Trump at seta ein hægstarættardomara í stólin hjá Ginsburg, áðrenn valið 3. november, er tað triðji dómarin, sum Trump setur í hesum valskeiði.
Vit tosa eisini við Annegrethe Felter Rasmussen um, hvussu tað kann at ávirka amerikanskan politikk.

Hoyr samrøðuna her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371