Kommunur krevja at sleppa upp í arbeiðið

21.08.2020 - 15:47
InnlendisPolitikkur
Kommunur krevja at sleppa upp í arbeiðið
Fundur hevur verið við allar borgarstjórar í landinum um ætlanina hjá landsstýrinum at liða SEV sundur
Dennis Holm er formaður í Kommunufelagnum

Kommunufelagið og SEV høvu boðið øllum borgarstjórunum á fundin.

Niðurstøðan er, at kommunurnar góðtaka ikki, at arbeiðið at liða SEV sundur verður gjørt í loyndum uttan um serfrøðina, sum SEV hevur bygt upp í 75 ár.

Kommunurnar krevja, at serfrøðin hjá SEV sleppur at vera við í arbeiðnum at lýsa og greina avleiðingarnar, sum uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, fær fyri samfelagið.

Hoyr Dennis Holm, formann í Kommunufelagnum, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050