Forboðið at drepa grind stendur við

22.06.2020 - 13:19
InnlendisSamfelag
Forboðið at drepa grind stendur við
Tilmælini mugu broytast, áðrenn støða verður tikin til at drepa grind aftur, sigur Karl Johansen, sýslumaður
Eingin grind verður hildin til fyribils

Grindamenn og aðrir føroyingar, ið vilja drepa grind, mugu brynja seg við toli, tí forboðið móti grindadrápi verður ikki tikið av enn.

Tað staðfestir Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum og Eysturoynni.

Sýslumenninir og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hava viðgjørt málið.

Tilmælini mugu broytast, áðrenn støða verður tikin til at drepa grind aftur, sigur Karl Johansen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109