- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindorka hevur spart SEV 125 mió. kr. í olju
17.06.2020 - 13:54
Innlendis›Tøkni
Vindorka hevur spart SEV 125 mió. kr. í olju
Málið er framvegis, at orkan skal verða grøn burturav um 10 ár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vindmyllur1_0.png?itok=L2YxTwgk)
Vindorkan ger góðan mun, sigur SEV
Vindorkan í Føroyum hevur gjørt, at góð 104 túsund tons av olju eru spard og 344 túsund tons av CO2 útláti.
Tað sigur SEV í sambandi við, at altjóða vinddagur var mánadagin.
Vindorkan hevur spart SEV 120-125 milliónir kr. í olju.
Heri Mortensen, framleiðslustjóri hjá SEV, sigur, at ein góðan dag framleiðir SEV streym úr vindorku til umleið helvtina av øllum sethúsum í Føroyum.
Hann sigur, at málið er framvegis, at orkan frá SEV skal verða grøn burturav í 2030.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV