- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fegin um avgerðina hjá ákæruvaldinum
03.06.2020 - 10:28
Innlendis›Samfelag
Fegin um avgerðina hjá ákæruvaldinum
Avgerðin staðfestir, at Betri Banki hevur einki revsivert gjørt í sambandi við skattamálið, sigur Flemming Nielsen, nevndarformaður í Betri Banka

Ákæruvaldið hevur slept skattamálinum í Betri Banka, og tað fegnast nevndarformaðurin í bankanum um
- Vit eru fegin um avgerðina hjá fútanum. Hon staðfestir, at Betri Banki hevur ikki gjørt nakað revsivert í sambandi við skattamálið. Tað er gott at leggja hetta málið aftur um okkum, tí hetta hevur verið ein drúgv tilgongd. Nú kunnu okkara starvsfólk fáa arbeiðsfrið og hyggja frameftir, sigur Flemming Nielsen, nevndarformaður í Betri Banka.
Hoyr samrøðu í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV