Samverk: Lægri tryggingargjald í staðin fyri vinningsbýti

23.03.2022 - 10:22
InnlendisSamfelag
Samverk: Lægri tryggingargjald í staðin fyri vinningsbýti
Betri trygging tekur ov nógv inn frá tryggingartakaranum, sigur formaðurin í felagnum
Pætur Niclasen er formaður í Samverki.

Í apríl í ár fara kundarnir hjá Betri trygging á fyrsta sinni at fáa vinningsbýti, nevnt limakrónur.

Upphæddin, sum verður útgoldin, svarar til umleið 10 prosent av tryggingargjaldinum hjá hvørjum einstøkum kunda undanfarna árið.

Formaðurin í Samverki, Pætur Niclasen, heldur, at avgerðin um afturbering er tekin um, at Betri trygging tekur ov nógv inn frá tryggingartakarunum.

Evy Jacobsen, forstjóri í Betri, sigur, at viðtøkurnar loyva ikki øðrum møguleikum, sum til dømis at lækka tryggingargjaldið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

​​​​​​​Evy Jacobsen er forstjóri í Betri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109