Prísurin styggir føroysk ferðafólk

28.04.2020 - 16:12
InnlendisVinna
Prísurin styggir føroysk ferðafólk
Oda Andreasen, sum rekur ferðavinnu í Mykinesi, vil hava myndugleikarnar at lækka ferðaseðlaprísin, nú siglingin byrjar 1. mai
Jósup fer at sigla út í Mykines 1. mai

Tað er so dýrt at ferðast til og úr Mykinesi, at tey, sum reka ferðavinnu í oynni, stúra fyri, at ferðafólk heldur fara at vitja aðrar oyggjar í landinum í summar.

Tað kemur illa við hjá teimum, sum reka ferðavinnu í Mykinesi, tí vandi er fyri, at eingi útlendsk ferðafólk koma í summar, og tí verður kapping um føroysku ferðafólkini.

Tað kostar fleiri ferðir meira at ferðast til Mykines, enn til aðrar oyggjar í Føroyum, sigur Oda Andreasen, sum rekur ferðavinnu í Mykinesi um summarið.
 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008