- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja vælferðarlógin er kærkomin
27.02.2020 - 13:31
Innlendis›Politikkur
Nýggja vælferðarlógin er kærkomin
Ætlanin er, at allir tættirnir í lógini skulu verða settir í verk í 2024, men tað verður ein avbjóðing, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum
Nýggja vælferðarlógin er kærkomin, men tað verður ein avbjóðing at seta alla lógina í verk í 2024 sum ætlað, tí stórur tørvur er á fakfólki.
Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sum skal umsita lógina.
Í løtuni standa 220 borgarar á bíðilista at fáa 230 tænastur, og í summum førum er neyðugt at bíða fleiri ár eftir tænastum.
Edvard Heen var gestur hjá Sigmari Bláberg í útvarpsstovuni.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV