Kreppan í NATO kann raka ES

27.02.2020 - 18:09
Innlendis
Kreppan í NATO kann raka ES
Er Nato í kreppu? Og hvussu ávirkar kreppan í Nato ES? Samrøða við uttanríkiskorrespondent í nógv ár, Peter Wivel

Franski forsetin hevur í fleiri umførum sett spurnartekin við amerikanska áhugan fyri NATO.
"Nato er heiladeytt", segði Macron í bretska tíðarritinum The Economist ein mánað áðrenn Nato skuldi hátíðarhalda sín 70 ára føðingardag í december í fjørð og sipaði til, at tað sokallaða musketerlyfti reelt ikki er galdandi longur.


Evropa má ganga egnar leiðir heldur Macron - bæði tá tað kemur til trygdarpolitikk, men eisini tá tað kemur til veðurlagspolitikk og fíggjarpolitikk, má Evropa tosa um eina felags ætlan.


Vesturlendsku virðini eru ikki longur neyðturviliga tey somu, og populistiska rákið er við at kippa versturlendska projektið við humanismu og fólkaræði í miðdeplinum segði Macron á árligu trygdarráðstevnuni í Munchen 15 februar í ár.


- Fyri 15 árum síðani hildu vit at vesturlendsku virðini vóru universel og at tey fóru at vera galdandi um allan heim - men soleiðis er tað ikki í dag - nýggj virðir seta dagsordanina í versturheiminum, og Evropa má ganga egnar leiðir, segði Macron millum annað í samrøðu á trygdarráðstevnuni í Munchen
Macron hevur fleiri ferðir rykt millum annað Týskland eftir eini avgerð um eina felags evropeiska strategi, og evnið at taka eina avgerð rættstundis kann vera altavgerandi fyri framtíðini hjá Evropa segði hann í Munchen tann 15. februar.


- Tað er nú ein avgerð má takast, so Evropa kann gerast meiri sjálvstøðugt og óheft av USA, segði franski forsetin.
Vandi er fyri at kreppan í Nato kann taka ES við sær í fallinum, heldur danski rithøvundurin Peter Wivel. Peter Wivel hevur verið blaðstjóri á Weekendavisen, Berlingske og Informatión og býr í dag í Berlin har hann skrivar av og á fyri danska tíðindablaðið Politiken.


Sambært honum er trupulleikin, at Evropa í dag ikki er ført fyri at verja ES limalond móti eitt nú Ruslandi.
Men tað er ikki bara sum at siga tað at gera eina evropeiska verju, tí Týskland kann ikki hava kjarnorkuvápn.
Hoyr samrøðuna við Peter Wivel her.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371