- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lendið í Saksun aftur til viðgerðar í dag
17.02.2020 - 11:35
Innlendis›Politikkur
Lendið í Saksun aftur til viðgerðar í dag
Fíggjarnevndin í Sunda kommunu hevur fund seinnapartin

Hilmar Høgenni er leiðari á Kommunala eftirlitinum
Fíggjarnevndin í Sunda kommunu fer klokkan fimm í dag at taka støðu til, um eitt 4.500 fermetrar stórt lendi í Saksun skal bjóðast alment til sølu.
Tað var í síðstu viku, at tað kom undan kavi, at Sunda kommuna hevði selt lendið undirhonds til eitt felag undir stovnan at byggja summarhús á.
Hetta hevur kommunan ikki loyvi til, sigur Hilmar Høgenni, leiðari á Kommunala eftirlitinum.
Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur viðgingið, at tað var eitt mistak, at økið ikki varð boðið út alment, og tí verður fundur í fíggjarnevndini í dag.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV