- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa ikki av við ruskið
14.02.2020 - 15:12
Innlendis›Samfelag
Sleppa ikki av við ruskið
Eingin farmasigling hevur verið í Kalsoynna hesa vikuna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/img_1343_0.jpg?itok=mpJ8VWrR)
Sam er á sleipistøð, men Ternan fær ikki røkt farmaflutningin í Kalsoynna, tí kølivatnspumpan er ólagi
Tað ringasta er, at ruskið sleppur ikki av oynni, og nógvur fuglur er, sum kann gera seg inn á tað.
Tað sigur Magni Garðalíð á Húsum, nú eingin farmatúrur hevur verið í Kalsoynna hesa vikuna.
Men ein bátur kom tó í oynna gjár við millum annað alifóðri og hoyggi, sigur hann.
Eingin farmasigling hevur verið í Kalsoynna hesa vikuna.
Orsøkin er, at Ternan, sum skal sigla við farmi á Kalsoyarleiðini týsdag og hósdag, meðan Sam er á beding, fær ikki siglt á Kalsoyarleiðini, tí kølivatnspumpan er í ólagi.
Annars siglir Jósup við ferðafólki fyri Sam, meðan Sam er á beding.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV