Sleppa ikki av við ruskið

14.02.2020 - 15:12
InnlendisSamfelag
Sleppa ikki av við ruskið
Eingin farmasigling hevur verið í Kalsoynna hesa vikuna
Sam er á sleipistøð, men Ternan fær ikki røkt farmaflutningin í Kalsoynna, tí kølivatnspumpan er ólagi

Tað ringasta er, at ruskið sleppur ikki av oynni, og nógvur fuglur er, sum kann gera seg inn á tað.

Tað sigur Magni Garðalíð á Húsum, nú eingin farmatúrur hevur verið í Kalsoynna hesa vikuna.

Men ein bátur kom tó í oynna gjár við millum annað alifóðri og hoyggi, sigur hann.

Eingin farmasigling hevur verið í Kalsoynna hesa vikuna.

Orsøkin er, at Ternan, sum skal sigla við farmi á Kalsoyarleiðini týsdag og hósdag, meðan Sam er á beding, fær ikki siglt á Kalsoyarleiðini, tí kølivatnspumpan er í ólagi.

Annars siglir Jósup við ferðafólki fyri Sam, meðan Sam er á beding.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463