Kæra avgerð um rokning frá Landssjúkrahúsinum

12.02.2020 - 09:40
InnlendisSamfelag
Kæra avgerð um rokning frá Landssjúkrahúsinum
Rósa Heinesen og Niels Rødgaard fingu rokning, tí Rósa átti í Føroyum
Niels Rødgaard og Rósa Heinesen hevur kært, tí tey fingu rokning frá Landssjúkrahúsinum

Rósa Heinesen og Niels Rødgaard fara at kæra avgerðina hjá Landssjúkrahúsinum at senda teimum eina rokning upp á 26.000 krónur fyri at eiga sonin, Rana, í Føroyum.

Tey búgva í Keypmannahavn, har Niels er undir hægri lestri, men Rósa átti í Føroyum, tí tey noyddust at faraheim í skundi fyri at vera hjá mammu Niels, sum lá til tað síðsta við krabbameini.

Stóru rokningina fyri barnsburðin hava tey fingið, tí tað er Niels, og ikki Rósa, sum er í útbúgvingarørindum uttanlands.

Hoyr Rósu Heinesen greiða frá í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824