Ber ikki til at avmarka ræðisrættin

04.02.2020 - 18:39
Innlendis
Ber ikki til at avmarka ræðisrættin
Tað ber ikki til at avmarkað ella kanna ræðisrættin, um útlendski eigarin er lánveitari.

Málið um North West Pelagic vísir, at tað ikki ber til at avmarka ræðisrættin hjá einum útlendskum minnilutaeigara, um hesin eisini er lánveitari. Tað sigur Eyðfinnur Jacobsen, sakførari hjá Fiskimálaráðnum, sum hevur mælt ráðnum til at sleppa kæruni um úrskurðin hjá Føroya Rætti um North West Pelagic.
Landstýrsmaðurin hevur heldur ikki ætlanir um at gera broytingar í lógina hesum viðvíkjandi.


Fyrsta og intil víðari einasta roynd at staðfesta útlendskan ræðisrætt á føroyskum felagið er endaliga slept.
Tað staðfesti Jacob Vestergaard, landstýrismaður í fiskivinnumálum hósdagin í síðstu viku, tá hann boðaði frá, at Fiskimálaráðið hevur slept kæruni av úrskurðinum hjá Føroya Rætti í málinum ímóti reiðarínum North West Pelagic.
Ein politisk avgerð, sigur Høgni Hoydal, sum var landsstýrismaður, tá Fiskimálaráðið valdi at kæra úrskurin hjá Føroya Rætti, sum gav reiðarínum North West Pelagic viðhald í kæruni um Fiskimálráðið, eftir at ráðið tók veiðiloyvið frá felagnum í 2016.
Málið snýr seg um, at reiðaríðið North West Pelagic misti veiðiloyvið í januar í 2016, tí Vørn staðfesti at ræðið á felagnum í veruleikanum var á hondunum hjá útlendska minnilutaeigaranum Jaczon Trawler.
Ein niðurstøða ið síðani varð staðfest í Fiskimálaráðnum.


Í Januar 2016 sýtti Fiskimálaráðið sostatt at lata North West Pelagic sítt veiðiloyvi aftur eftir at tað hevði verið í varðveitslu hjá ráðnum eitt tíðarskeið.
North West Pelagic kærdi Fiskimálráðið og vann í Føroya Rætti sannførandi rættin til veiðiloyvið aftur og fekk haraftrat rætt til endurgjald.
Dómurin varð tó ikki endaligur, tí fiskimálráðið kærdi dómin til Landsrættin - ein kæra, sum nú er slept.
Hetta hóast at málið verður roknað at verða rættiliga principielt.


Vit spola líka tíðina aftur til byrjanina - tí hvat var tað, sum av fyrstan tíð gjørdi, at fyrst VØRN og síðani Fiskimálaráðið valdi at afturhalda veiðiloyvinum hjá reiðarínum: North West Pelagic.
Fyri at skilja málið mugu vit hyggja at, hvat North West Pelagic er fyri eitt felag.
Nort West Pelagic var sett á stovn í 2009 fíggjað av tveimum lánum frá hollendska felagnum Jaczon Trawler uppá ávikavíst 57 og 43 milliónir.
Felagið hevði frá byrjan eina negativa eginogn uppá 7,6 milliónir.
Haraftat hevur Jazcon Trawler eitt pantibræv í felagnum uppá 100 milliónir krónir við 6 prosenturs rentu, sum kann krevjast aftur við 7 daga fyrivarni.
Men hollendski risin Jaczon Trawler er ikki bara lánveitari, felagið eigur eisini 30 prosent av partabrøvunum í North West pelagic, sum rekur uppsjóvarskipið Atlantsfari.
Meirlutaeigari var miðvingurin Dánjal Johansen, sum við feløgunum Desk og Jemi stóð fyri 70 prosentum av partabrøvunum.


Í december í 2015 gjørdist føroyski meirlutaeigarin óklárur við hollendska minnilutaeigaran um umvælingar av skipinum.
Tað gjørdist greitt, at hollendararnir høvdu gjørt umvælingar í Hollandi fyri nógv meira enn føroyingurin ætlaði og ímóti hansara vilja.
Ósemjan millum partarnar endar við, at hollendski minnilutaeigarin skiftir meirlutaeigaran út við kollfirðingin Jógvan Martin Ferjá, sum keypir 70 prosent av partabrøvunum fyri tvær krónur fra Dánjali Johansen. Dánjal Johansen skal haraftrat fáa 5 milliónir krónur frá Jaczon Trawler, um veiðiloyvið verður verandi á skipinum.


- Jógvan Martin Ferjá má tó longu dagin eftir lata partabrøvini til foreldrini hjá sær, tí hann varð fluttur úr Panama dagin fyri at tey 70 prosentini av partabrøvunum í North West Pelagic vórðu flutt til hansara felag VITA, og hann livdi sostatt ikki upp til krøvini í lógini um vinnuligan firskiskap um føroyskt tilknýti.
Hóast Atlantsfarið hevur avreitt fyri góðar 160 milliónir av makreli og sild, sum skipið hevur fingið tillutað ókeypis frá landinum í tíðarskeiðinum 2009 til 2015, veksur skuldin hjá felagnum støðugt og eginpeningurin minkar - felagið hevur ongantíð nakað yvirskot hevur tískil ikki rindað eina krónu í skatti øll árini.
Tá vátt kemur í reiðrið millum miðvingin og hollendska minnilutaiegaran í 2015 skyldar North West Pelagic Jaczon Trawler góðar 158,7 milliónir og hevur eina negativa eginogn uppá 72 milliónir krónur.
Eftir hendingina við hollendsku skipasmiðjuni og útskiftingina av føroyska eigaranum metti Vørn, at ræðið í veruleikanum var á útlendskum hondum, og Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina at taka veiðiloyvið frá North West Pelagic.
Hetta kærdi felagið og fekk viðhald í Føroya Rætti í juli í 2019.


Sakførarin hjá fiskimálaráðnum, Eyðfinnur Jacobsen, sigur í dag, at hann alla tiðina var ivasamur hvørt málið skuldi kærast til landsrættin.
Av tí at málið var principielt, valdi fiskimálráðið kortini at kæra, sigur Eyðfinnur Jacobsen
Nú er málið tó slept, og tað er ´tað tí sakførarin ikki metur, at tað ber til at vinna.


Málið merkir sambært Eyðfinni Jacobsen at tað er so gott sum ógjørligt at avmarka ræðisrættin hjá einum útlendskum eigara, sum eisini er lánveritari.
Allar avgerðir Jaczon Trawler hevur tikið hava verið fyri at verja síni áhugamál sum kreditorur er niðurstøðan.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636