- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suðuroyartunnil: Ósemja um fíggingarleistin
23.01.2020 - 10:59
Innlendis›Politikkur
Suðuroyartunnil: Ósemja um fíggingarleistin
Rættarnevndin skal viðgera uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at stovna partafelag at gera tunnilin

Linjuføringin er ikki løgd enn, og tí er íløgan í Suðuroyartunnilin leysliga mett at verða millum tríggjar og 3,6 milliardir krónur.
Hóast breið politisk undirtøka er fyri at gera ein tunnil til Suðuroyar, so eru flokkarnir ójavnir á máli um fíggingarleistin.
Javnaðarflokkurin mælir til ein leist, har allir undirsjóvartunlar verða lagdir í eitt felag, sum eisini skal gjalda fyri Suðuroyartunnilin.
Kortanei, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjar- og tunnilsmálum.
Málið er farið i rættarnevndina til viðgerðar.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV