Súni Selfoss: Tað stendur í botni

17.01.2020 - 16:31
InnlendisSamfelag
Súni Selfoss: Tað stendur í botni
Semingsstovnurin er komin upp í sáttmálatrætuna millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina

Semingsstovnurin er komin upp í samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur tosað við partarnar i dag, og hann hevur biðið um at fáa tilfar frá pørtunum.

Í løtuni er ikki greitt, nær semingin byrjar.

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur, at tað er langt millum partarnar.

Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober, og fyrsti samráðingarfundurin var 17. oktober.

Síðani hava fleiri samráðingarfundir verið, men teir hava ikki borið á mál, og í dag varð semingsstovnurin so boðsendur.

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109