- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valevni: Starvsmannafelagið ikki nóg sjónligt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/img_0506_0.jpg?itok=7jHZBf5L)
Tað verður formansval á skránni, tá limirnir í Starvsmannafelagnum, Føroya størsta fakfelag, hittast til aðalfund í Smæruni 7. mars.
Tað er Gunnar Hjelm, ið hevur bjóðað sitandi formanninum Súna Selfoss av.
Felagið er ov lítið í samfelagskjakinum og leiðslan er ov fjar frá gerandisdegnum hjá limunum, metir Gunnar Hjelm.
Súni Selfoss vísir tvørturímóti á, at talan er um eitt virkið felag og lovar, at hann fer at stríðast fyri eini 37 viku arbeiðsviku.
Við umleið 2.000 limum er Starvsmannafelagið størsta fakfelagið á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Felagið er fakfelagið hjá starvsfólkum, ið starvast hjá almenna Føroyar.
Valevnini møttust fyri fyrstu ferð til eitt kjak um formanssessin í Breddanum í dag.
Sí eisini