- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldraøkið skal eftirmetast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/20161031_ov_flokt_skipan._0108.jpg?itok=85lPAtmc)
Markamót og fíggingarleistur eru orð, sum hava fylt serliga nógv seinastu fimm árini, tá talan fellur á eldraøkið og kommunurnar.
Í 2015 varð eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita.
Men líka síðani hava kommunurnar verið ónøgdar við eitt nú fíggingarleistin, sum rakar sera ymiskt alt eftir um kommunurnar hava nógvar eldri borgarar og nógvar DIS, FAS og NIS útisiglarar ella ikki.
Eitt annað, sum hevur fylt nógv er markamótið, sum snýr seg um, hvør hevur ábyrgdina av fólki undir 67 ár, sum hava tørv á hjálp til alt.
Úrslitið hevur verið, at borgarar í longri tíð hava gingið uttan nakra hjálp, tí land og kommunur ikki kundu semjast um, hvør ið átti ábyrgdina av teimum.
Talan var serliga um fólk, yngri enn 67 ár, sum hava demens og onnur við samansettum sosialum og sálarligum avbjóðingum.
Í mai í 2016 var ein avtala gjørd millum land og kommunur - eitt sokallað markamótskjal, sum skuldi gera ábyrgdarbýti greitt, men fýra mánair seinni vóru enn trupulleikar við, at fólk duttu millum tveir stólar.
Á heysti í 2016 varð ein nevnd sett at taka avgerðir í hvørjum einstøkum føri, har kommunur og land ikki kundu semjast um, hvør átti ábyrgdina av einum borgara.
Markamótsnevndin hevur tikið 10 avgerðir sambært Kommunufelagnum - flestu av teimum eru um borgarar yngri enn 67 ár við seinheilaskaða ella Alzheimers.
Í avgerðunum hartar nevndin kommunurnar og landið fyri at lata borgara bíða í mánaðir eftir eini avgerð og tí hjálp, sum tey hava rætt til.
Markamótsnevndin viðmerkir millum annað í fyrstu avgerðini frá oktober í 2016, at borgarin hevur bíðað síðani fyrst í árinum eftir eini avgerð, hóast talan ikki er um eitt torskilt økið.
Sí eisini