Bakkafrost: Ikki laksur hjá okkum

02.01.2020 - 11:49
InnlendisSamfelag
Bakkafrost: Ikki laksur hjá okkum
Regin Jacobsen, stjóri, vísir aftur, at tað var laksur frá Bakkafrosti, sum sást í Klaksvík nýggjársaftan

Einki bendir á, at tað var laksur frá Bakkafrosti, sum brádliga stóð í torvum við bátarbrýrnar í Klaksvík nýggjársaftan.

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Bakkafrost ger tó allar neyðugar kanningar fyri at tryggja sær, at einki er sloppið úr ringunum, sigur hann.

Ein onnur teori er, at torvurnar kunnu hava verið seiður.

 >> SÍ EISINI Nógvur laksur við bryggjuna í Klaksvík

Norðlýsið hevði 8. desember eina myndarøð á heimasíðuni um, at nógvur seiður var tætt undir land í Klaksvík.

Tað hevði við sær, at nógvur skarvur sást á fjørðinum. 

Men ein lívfrøðingur, sum útvarpið hevur tosað við, metir, at talan mest sannlíkt var um laks. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109