- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Stóru reiðararnir skulu ikki hava meira
07.11.2019 - 17:37
Innlendis›Samfelag
- Stóru reiðararnir skulu ikki hava meira
Fleiri samgongutinglimir vilja hava uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni um sjófeingi broytt

Stóru reiðaríini eiga ikki at fáa størri part enn nú, halda fleiri samgongutinglimir
Mynd: savnsmynd
Stóru reiðararnir skulu ikki vaksa meira, og fokus skal vera á at fáa menningarpartin at virka betur.
M.a. hetta halda Johan Dahl og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum og Heðin Zachariassen úr Fólkaflokkinum.
Sambandsmenninir krevja eisini, at skatta- og avgjaldsviðurskiftini hjá fiskivinnuni verða samtykt, áðrenn sjófeingislógin verður broytt.
Johan Dahl, Erhard Joensen og Heðin Zachariassen tóku lut í Breddanum í dag.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV